Allar føðingar eru ymiskar

- Allar føðingar eru ymiskar, og tí er torført frammanundan at fortelja eini kvinnu við barn, júst hvussu hennara føðing fer at vera. Soleiðis sigur Joan Niclassen, sum er ljósmóðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Í morgunsendignini greiddi hon frá eini typiskari føðing, og hvussu tað vanliga gongur fyri seg. Harafturat svaraði hon spurningum frá lurtarum.

Om Podcasten

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: [email protected], telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)