Brúka vatnskutara til neyðstøður

Góðan morgun Føroyar - A podcast by Kringvarp Føroya - Fridays

Leygardagin blivu boð send eftir Havnar bjargingarfelagi, tí ein bátur ehvði fingið motorskaða skamt frá Glyvursnesi á Argjum. Fyri fyrstu ferð bleiv vatnskutarin, Rescue Eyð, sendur at hjálpa. - Vatnskutarin kom skjótt á staðið og kundi sleipa bátin inn aftur. Báturin vigaði eini tvey tons, og tað klárar vatnskutarin at sleipa, sigur Eyðbjørg Højgaard, sum er forkvinna í Havnar bjargingarfelagi. Sambært henni er tað ein fyrimunur fyri felagið at hava vatnskutara sum arbeiðsamboð.