Føroyingur í Parkini: Vit vistu einki

Góðan morgun Føroyar - A podcast by Kringvarp Føroya - Wednesdays

Tað var ein skelkandi uppliving at vera í Parkini og síggja tað, sum hendi. Tað ásannar Finn Mørk, sum taldist millum áskoðararnar til EM-dystin millum Danmark og Finnland. Sjálvur sat føroyingurin á langsíðuni, har hendingin fór fram. 42 minuttir vóru spældir í fyrra hálvleiki. Danmark átti innkast. Bólturin var tveittur ímóti Christian Eriksen, men áðrenn bólturin kom fram, small danski landsliðsleikarin í vøllin.