Hjartatilburðurin hjá Eriksen vakti gamlar kenslur

Góðan morgun Føroyar - A podcast by Kringvarp Føroya - Wednesdays

Tá fótbóltsleikarin, Christian Eriksen, fekk hjartasteðg og small um á vøllinum undir EM-dysti millum Danmark og Finnland leygarkvøldið, vóru tað mong, sum fóru at líta aftur og hugsa um sorgarleikin í ítóttahøllini á Skála, tá tann bara 28 ára gamli, Poul Enok Hansen, fekk ein hjartatilburð undir einum hondbóltsdysti. Poul Enok var ein av føroya bestu hondbólts- og fótbóltsleikarum. Yngru brøður hansara spældu eisini við í dystinum hetta sorgarkvøldið í 1991. Hoyr brøðurnar, Pola Hansen og Elias Hansen, greiða frá.