Kanna sambandið millum ílegur og heilivág

Góðan morgun Føroyar - A podcast by Kringvarp Føroya - Fridays

Í løtuni kanna granskarar á Fargen, um tað ber til at brúka ílegur hjá fólki, soleiðis at mann kann síggja virknaðin av ávísum heilivági. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu fólk reagera upp á sama heilivág, men hví riggar onkur heilivágur væl hjá einum persóni og sera illa hjá einum øðrum? Eini 1500 føroyingar, sum eru partur av FarGen-verkætlanini, hava í hesum døgum fingið bjóðað at vera við í eini kanning, har mann kannar sambandið millum ílegur og heilivág.