Krav um vinartagging í kappingum er ólógligt

Góðan morgun Føroyar - A podcast by Kringvarp Føroya - Fridays

Vit síggja tað javnan á Facebook. Fyritøkur lýsa við kappingum við vinningum. Einasta treytin er at frámerkja ein vin undir uppslagnum. Tað tykist harmleyst. Men í veruleikanum er tað í í stríð við marknaðarføringslógina. Tað metir brúkaraumboðið, sum vísir á, at tú mást ikki senda talgildar lýsingar beinleiðis til fólk, sum ikki hava biðið um tað. Tað stendur eisini í vegleiðingini, sum Brúkaraumboðið hevur skrivað og kann lesast her: