Nýggj app til útróðrarmannin

Blue Lobster er ein app, sum virkar sum ein talgildur marknaður, har útróðrarmaðurin beinleiðis kann selja til sínar kundar. Hetta kann eitt nú vera ein kokkur á einari matstovu ella ein privat persónur. Tað var av tilvild at Tórður Pætur Ravnsfjall hitti fólkini, sum settu fyritøkuna Blue Lobster á stovn. Hetta hendi til eitt tiltak í Danmark, sum snúði seg um matvøruídnaðin. Tórður sá stórar møguleikar í Føroyum við einari app til fiskasølu. Nú er hann teirra umboð í Føroyum.

Om Podcasten

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: [email protected], telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)