Sjúrður Nolsøe hevur koyrt skúlabørn í 50 ár

Góðan morgun Føroyar - A podcast by Kringvarp Føroya - Fridays

Tá Sandoyar meginskúli læt dyrnar upp í september í 1971, byrjaði Sjúrður Nolsøe at koyra við skúabørnum. Nú, sløk 50 ár seinni, koyrir hann framvegis. Men tá skúlaárið endar, gevst Sjúrður. - Eg eri blivin 75 ár, og tá er man ikki ungur longur, sigur Sjúrður. Hann væntar tó, at hann fer at brellast, tá næsta skúlaár byrjar. Børnini eru ómetaliga fitt. Hann kemur í tankar um eina keðiliga hending, tá eitt kavablak kom sendandi fram á rútin. Tann næmingurin slapp at ganga til hús tann dagin.