Reportasja frá sexolog-klinikkini í miðbýnum

Góðan morgun Føroyar - A podcast by Kringvarp Føroya - Fridays

Leygardagin letur ein sonevnd Sexolog-klinikk upp í miðbýnum í Havn. Talan er um tríggjar kvinnur, sum hava leigað aðru hædd í gomlu Køkubúðini í Niels Winthers Gøtu. Tær tríggjar eita Viviann Sjóðklett, Kristina á Løgmannsbø og Ann Solmunde Johannesen. Í gjár sendu vit Finn Koba oman í klinikkina at fregnast nærri og at royna nakrar av viðgerðunum, sum tær tríggjar kunnu bjóða. NB: Evnið og málburðurin kunnu vera stoytandi fyri onkran.